140x140

Bátur og frítíð

Tá vit fara í fjørðin ella í hagan, eiga vit eisini at geva gætur rætta nýtslu av vørum, ið innihalda sum minst av dálkandi ella skaðiligum kemiskum evnum. Eitt nú við at velja minst umhvørvisskaðiligu botnmálingina til bátin og við at skilja og burturbeina alt dálkandi burturkast rætt.

 

Hyggjuráðini eru at spyrja eftir vørum, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni, ella á aðrar mátar at tryggja sær, at vøran ikki inniheldur kemisk evni, ið eru skaðilig fyri umhvørvið ella heilsuna. Røtt burturbeining hevur eisini stóran týdning.

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

Bátur og frítíð